AME á Myspace
Gogo blues forside nyhed

AME Føroyar 2007 
A.M.E. (Atlantic Music Event) er ein føroysk/ norðurlendsk tónlistastevna ella "showcase", har endamálið er at kunna um føroyskan og norðurlendskan rútmiskan tónleik. 
Vit ynskja at skipa fyri nøkrum góðum føroyskar/norðurlendskum konsertum og framførslum, ið helSt skulu liggja á einum høgum støði. 

AME vil skapa umstøður hjá tónleikarum og fyriskiparum at vísa hvat føroyingar og norðurlendingar hava at bjóða á tónlistaøkinum. 
Hetta skuldi helst ført við sær størri áhuga og sølu og enn meira fokus á Føroyar og norðurlond. Tað er Norðurlandahúsið, Menningarstovan, TUTL o.fl., ið skipa fyri tiltøkunum, sum vera í ymiskum londum kring heimin. Fyrsta AME-tiltakið verður 31. mars í Nasa í Reykjavík. Vikuskiftið 13. og 14. apríl 2007 verður AME Føroyar í Norðurlandahúsinum og í september verður vónandi fari til  Vega í Keypmannahavn.

 

 

 

 


BUDAM 190 x 170

Atlantic Soundscape
Føroyskur tónleikur og list
Leygardagin 3. maj 2008
Boys in a Band, Orca, Gestir og BUDAM. Fyriskiparar: Sendistovan í Brússel, Samvit og AME og Norðurlandahúsið.
Myspace



AME í VEGA 17. nov 07
Eivør avloysir íslendksa Mugison til AME í VEGA í Vega.  les meira




Boys In A Band í Kagganum

Stuðla føroyskum bólkum
Norðurlandahúsið í Føroyum, ið eisini stendur aftan fyri Atlantic Music Event, hevur valt at stuðla nøkrum av teimum bólkum, sum hava spælt til AME tiltøkini í Føroyum á ferðum sínum til útlandið. 
Les meira 

Eivør AME-Føroyar

Budam, Eivør og Boys In A Band á Spot 14
AME-Føroyar hevur skapt nógv sambond fyri føroyskar bólkar. Longu leygarkvøldið á AME var greitt at Boys In A Band skuldu spæla á Jelling og Nibe-festivalinum. Umframt at tað hoyrdist, at bólkurin hevði fingið tilboð um at luttaka á Spot Festivalinum í Århus. Nú váttar Spot Festivalurin hesi tíðindi og boðar somuleiðis frá, at tvey onnur nøvn av AME skránni luttaka á Spot 14, ið er í Århus um mánaðarskiftið mai/juni. Budam, ið eins og Boys In A Band luttóku á minna AME-pallinum í Kagganum og stóra høvuðsnavnið í Norðurlandahúsinum Eivør Pálsdóttir eru á skránni. Hesi nøvnini koma afturat Lenu Andersen, ið var einasta føroyska navnið á Spot áðrenn AME.

PaulSullivan

Stórt enskt AME ummæli
 
Enski tíðindamaðurin og myndamaðurin Paul Sullivan var millum gestirnar á AME-Føroyar. Hann er knýttur at nógvum ymiskum tíðarritum og alnetportalum. Ein av hesum er DrownedInSound.com. Sullivan hevur á hesum tónleikaportali eina stóra umrøðu av AME-Tiltakinum og hann letur sera væl at:
Les ummælið her

Andrea Vollmer Ampop

Ein løtumynd av AME Føroyum 

Týska myndakonan Andrea Vollmer vitjar í Føroyum í hesum døgum. Hon var í Norðurlanda-húsinum leygarkvøldið tá AME-Føroyar var. Andrea hevur sent okkum myndafrásøgn, ið vísir eina løtumynd, sum hon upplivdi hana í Norðurlandahúsinum.

Uppliv myndirnar hjá Andreu her


Boys In A Band í Kagganum

AME í P4

Sendingin Studio 4 á donsku útvarpsrásini P4 varpaði í gjár ljós á Atlantic Music Event, gestur í sendingini var Jens Ove Friis, plátufelagsstjóri.
Á heimasíðuni hjá sendingini var hendan útgávan av studio 4 lýst soleiðis: ”Hvordan kan det være, at en lokalitet bestående af 18 forblæste øer, langt ude i Nordatlanten kan få musikbranchefolk fra nær og fjerne til at tilbringe en weekend derude? "Fordi Færøerne lige nu er som Liverpool først i 60erne, eller Århus i 80erne, en musikalsk smeltedigel", siger Jens Ove Friis, Reccart Music, som var en af deltagerne ved den fornyligt afholdte Atlantic Music Event. Jens Ove Friis har ny musik med Eivør Pálsdóttir og et ungt band Boys In A Band med hjem fra den nordatlantiske musik-begivenhed"
Les meira


Eivør AME-Føroyar

Myndafrásøgn frá AME

Gissur Patursson var á AME við myndatólinum í vikuskiftinum, her á síðuni ber til at uppliva nakrar av myndunum.

Hygg at myndunum


búmerki  lítið
Væleydnað Hitt & Hoyr
Nógv fólk var komið saman til Hitt & Hoyr tiltakið á Hotel Føroyum seinnapartin í dag. Tiltakið var skipað sum pallborðsfundur, har umboð fyri publishingfeløg, Vega, spælistaðið Stars og onkrar festivalar luttóku og svaraðu spurningum. Nógvir av útlendsku gestunum luttóku umframt at føroyska tónleikalívið var væl umboðað.
DET SKER

Myndafrásøgn frá AME-Føroyar

AME Myspace

Sangskrivarakapping

Norden

MUSIC WEEK skrivar um føroyskan tónleik
 

Eldri tíðindi